Sverri Steinhólm, prestur, er ein av teimum, sum hevur fyrireikað 100 ára haldið og ársmøtini hjá Heimamissiónini. Hann dylir ikki fyri, at 100 ára haldið ivaleyst er orsøkin til nógvu fólkini, men samstundis leggur hann eina við, at tað vanliga eru nógv fólk til ársmøtini hjá Heimamissiónini.
? Tað plagar ikki at vera nakar trupulleiki at fáa fólk at møta upp til ársmøtini, sigur hann.
Orsøkin til, at gudstænastan varð flutt yvir í ítróttarhøllina á Skála var heilt einfalt, at tað vóru ov mong fólk.
? Tað bar snøgt sagt ikki til at halda gudstænastuna og møtið leygarkvøldið í leguhúsinum, tí tað var ikki pláss, greiðir Sverri Steinhólm frá.
Byrjað varð í Nesvík fríggjakvøldið við møti. Leygardagin var sjálvur ársfundurin. Síðani varð flutt út í ítróttarhøllina á Skála, tí ov lítið pláss var í Nesvík.
Vanlig gudstænasta
Hóast karmarnir ikki vóru ein kirkja, so bar væl til at halda gudstænastu í ítróttarhøllini. Fyrireikararnir fingu tó onkra viðmerking um hetta, men aftaná vóru øll glað og vælnøgd.
Onkur helt enntá fyri, at hetta átti at verðið gjørt hvørjaferð, tí tað var so nógv rúmsháttari og kundi harvið savna so mong fólk.
Gudstænastan í ítróttarhøllini var júst sum ein vanlig gudstænasta í kirkjum. Eitt altar varð gjørt, og ein urga spældi undir sálmasanginum. Hartil vóru øll tey vanligu liðini, so tí var hendan gudstænastan ikki petti øðrvísi enn ein vanlig. Tríggir prestar vóru við. Emil Olsen prestur á Eiði helt fyrsta partin av gudstænastuni, Bergur Debes Joensen, prestur í Vesturkirkjuni helt prædikuna og so hevði Sverri Steinhólm altartænastuna. Eini 350 fólk fóru til altars hendan dagin, so tað hevur somuleiðis verið talan um eina heilt stóra altargongd.
Bæði bispur og Jógvan Fríðriksson vórðu bodnir við til ársmøtini, men tað vildi so illa til, at báðir vóru staddir uttanlanda og bóru seg tí undan.
Háborgin
Sverri sigur, at tað eru summi, sum halda, at kirkjan er heilag í sjálvum sær.
? Tað er hon sjálvandi, hon er jú vígd og so framvegis. Men vit skulu minnast til, at tað fyrst og fremst er Guds orð, sum er heilagt, og tí mugu karmarnir ikki vera til hindurs fyri, sigur hann.
Onki annað stað í Eysturoynni kundi nýtast til at hýsa hesum, sigur Sverri, tí tey ynsktu fyrst og fremst at vera verandi í umhvørvinum har.
? Skálafjørðurin má sigast at vera háborgin fyri Heimamissiónini við sínum sjey meinigheitshúsum kring fjørðin, so tað vildi verið løgið at flutt gudstænastuna og restina av ársmøtunum ov langt frá staðnum, heldur prestur fyri. Tað gjørdi so eisini sítt til, at flutt varð í ítróttarhøllina.
Sverri sigur seg ikki vita, um hetta verður aftur, men hann greiðir frá, at Heimamissiónin arbeiðir við ætlanum um at útbyggja Leguhúsið í Nesvík. Upprunaliga tekningin vísir, at har skuldu vera bæði matarhøll og salur. Í dag savnast tey í matarsalinum til møtir og annað, men er ætlanin hjá Heimamissiónini at byggja salin og nøkur kømur afturat fyri betur at kunna hýsa teimum størru tiltøkunum og at lætta um yvirhøvur, tá bygdalegur og onnur tiltøk eru í Nesvík.