Sunda kommuna hevur spílað seg út, nú mentanardagar eru í kommununi.
Leygarmorgunin bjóðaði kommunan til brunsj í bygdarhúsinum í Hósvík í sambandi við, at tað eru mentanardagar.
Undirtøkan var so góð, at tá leið móti middegi fór maturin at ganga undan. Mett varð, at yvir 600 fólk møttu til tiltakið, sum er tað mesta nakrantíð.
Ævintýraferðin var framførd í Hósvíkar skúla, og børnini hugnaðu sær óført.
Í Hvalvík vísti Sundalags bátafelag teirra nýumvælda hús fram til tiltakið leygardagin. Eisini høvdu teir bjóða tyrluni hjá Atlantic Airways at gera venjing í bátahylinum.
Fleiri myndir frá mentanardøgunum eru at síggja á heimasíðuni hjá Sunda Kommunu.
Børnini hugnaðu sær óført við at sigla við gummibátum og bjóðaði bátafelagið grillaðar pylsur og annað gott.
Á Oyri varð aftur í ár skipað fyri tiltakinum Hvønn kennir tú á Oyri. Íbúgvarnir á Oyri høvdu veruliga lagt seg í selan fyri at skapa eitt sera hugnaligt tiltak í bygdini leygardagin. Nógv fólk vitjaði og veðrið var av tí allar fagrasta.