600 tons av sandi til strandarflogbóltsvøllin

OYL 15: Strandarflogbóltsvøllurin á Jersey liggur í einum heilt serligum umhvørvi

Føroyar taka aftur í ár lut í strandarflogbólti á oyggjaleikunum.

 

Tað serliga er, at kvinnuliðið hjá Føroyum eru møðgur. Randi og Anna Larsen, sum eru ávíkavist 49 og 17 ára gamlar fara at gera sítt besta at vinna Føroyum heiður og æru í strandarflogbólti.

 

Á manssíðuni hava Føroyar tvey umboð, sum eru væl kend frá flogbóltsvøllinum. Talan er um Jóan Petur á Stongum og Ólav Jensen, sum hava verið í mongum leikum.

 

Randi, Anna, Jóan Petur og Ólavur koma at leika strandarflogbólt í einum heilt serligum umhvørvi, sum sæst á myndini frá Jersey Evening Post.

 

Strandarflogbóltsvøllurin er settur upp á Weighbridge Place, og sambært Jersey Evening Post, so bílegði oyggjaleikanevndin á Jersey 600 tons av sandi fyri at fáa ein fullkomnan strandarflogbóltsvøll við framúr góðum rammum.