Ein 57 ára gamal maður var í Føroyar Rætti leygardagin hin 11. oktober 1997 varðhaldsfongslaður í fýra vikur til fríggjadagin hin 7. november 1997, skuldsettur fyri harðskap, i elvdi til, at ein 62 ára gomul kona doyði.
Skuldsetti noktaði seg sekan og kærdi avgerðina hjá Føroya Rætti til Eystara Landsrætt, sum í gjár staðfesti varðhaldsfongslingina.
Nærri kanningar av málinum verða gjørdar av Kriminaldeildini eins og tveir mans frá Teknisku Deild hjá Ríkispolitiovastanum eru komnir til Frøoya at kanna málið, sigur Bergleif Brimvík, politikomiserur