Í minsta lagi 62 fólk eru nú staðfest deyð í Valencia-regiónini, eftir at serliga landnyrðingsparturin av Spania er raktur av ógvusligum regni, toruveðri og floymi.
Úr Spania verður sagt, at hetta er ógvusligasti floymurin í hesum partinum av landinum í fleiri áratíggjur.
- Hetta er ein hending uttan síðustykki, segði spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles, við CNN í morgun.
Hon legði aftrat, at umleið 1000 hjálparfólk úr hernaðarligu kreppudeildini nú hjálpa til við bjargingararbeiðnum í fleiri raktum regiónum.
Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, sigur, at Spania fer at gera alt, sum til ber til tess at hjálpa teimum raktu í ógvusliga floyminum.
- Eg vil heita á fólk um framvegis at vera árvakin, tí floymurin er ikki av enn, sigur Pedro Sánchez.
Tað er higartil ikki frætt um onnur deyðføll í øðrum sponskum regiónum enn í Valencia-regiónini.
Men, fleiri fólk eru eisini saknað í grannaregiónini, Castile-La Mancha, vita útlendskir miðlar at siga nú um middagsleitið í dag.
##med2##