62 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 62 nýggir tilburðir staðfestir við koronusmittu, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

2445 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 482 smittað, tvey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.