Hon var ein av størstu modellunum í heiminum í 1980’unum, men hóast hon nú er blivin 63 ára gomul, eru framvegis boð eftir henni.
Christie Brinkley er at síggja á forsíðuni á nýggja Sports Illustrated Swimsuit. Hetta er kent blað, sum vanliga brúkar heimsins kendastu modellir og ítróttarfólk.
Christie Brinkley er elsta kvinna, sum hevur verið á forsíðuni á Sports Illustrated. Hon hevur tríggjar ferðir áður prýtt forsíðuna – tað var árini frá 1979 til 1981.
Hesaferð er á forsíðuni saman við døtrunum Sailor og Alexa Rae, og tað sigur hon seg vera sera stolta av.