Síðani týsdagin hava 64 næmingar í 8. flokki við Fuglafjarðar skúla verið á seturskúla. Í ár er hesin seturskúlin í leguhúsinum í Nesvík.
Hesin seturskúlin er gjørdur við tí í hyggju at samansjóða næmingarnar, sum í roynd ogv eru koma úr fýra ymiskum bygdum: Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og úr Kambsdali. Íalt eru tríggir 8. flokkar hetta skúlaárið.
Á seturskúlanum hava tey havt vitjan av ymiskum fólkum, sum hava greitt teimum tí sum tey takast við í tí dagliga. Millum hesi hava verið ein rúsevnisviðgeri, eitt miðlafólk og fólk frá løgregluni.
Í gjár vóru tey útferð í Havn, har tey m.a. stuttleikaðu sær í Bowlinghøllini.
Seinnapartin í dag gongur leiðin heimaftur. Og so vóna lærarar og næmingar at tey hava fingið eina góða byrjan uppá árini í framhaldsdeildini við Fuglafjarðar skúla.