Øll hava vit havt røktarheimspláss fremst í huga, og er tað ein samd samgonga, sum tekur undir við at byggja nýggja røktarheimið.Tað er eingin ivi um at bæði meirluti og minniluti standa aftanfyri hesa ætlan.
So man má siga tað, at eftir at hava bíðað eftir Landstýrðinum í langa tíð, eru vit sera glað og fegin um, at Landstýrið nú hevur tikið avgerð um at játta stuðul til 64 røktarheimspláss í Tórshavnar kommunu.
Bráneyðugi tørvurin á røktarheimsplássum í Suðurstreymi er umleið 75, so tá Røktarheimið Yviri við Strond er liðugt við 64 plássum, so er tørvurin næstan nøktaður.
Ein arbeiðsbólkur varð fyrr í ár settur at fyrireika krøv til innihaldið í eini byggiskrá. Tá tað arbeiðið var liðugt, var innboðin licitatión um at gera eina neyva byggiskrá, sum skal vera grundarlag undir projektering. Albert Isfeldt og Gudmund S. Hansen, arkitektar, høvdu lægsta boð og fingu uppgávuna. Byggiskráin verður liðug síðst í november 2009. Tá verður ein bygginevnd vald, og arbeiðið verður síðani boðið út. Eftir hesi ætlan, verður spakin settur í til Røktarheimið Yviri við Strond fyrst á vári 2010.