64 ár seinni ikki ov seint at siga tøkk

Tann 14. september í ár hevði Johan Petersen eina áhugaverda grein í Dimmalætting. Hann hevur skrivað dúgliga um fólkaatkvøðuna 1946, og í hesi grein viðgongur hann, at loysingin fekk flestar atkvøður.

Vert er tí at líta at tí sum hendi tann 14. september 1946, tá fólkaatkvøða var.

Úrslitið var hetta:

Tal
Orðing
%
5499
Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
31,9
5660
Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
32,9
481
Ógildugar atkvøður
2,8
5576
Ikki við í atkvøðugreiðsluni
32,4
17216
Høvdu valrætt
100

Johan hevur fullkomuliga rætt í, at loysingin fekk 1% meir enn stjórnaruppskotið, tí loysingin fekk 32,9% av øllum teimum, sum høvdu valrætt, meðan 31,9% heldur vildu hava stjórnaruppskotið.

Teir tingmenn, sum tann 10. mai 1946 samtyktu, at teir vildu fáa at vita, hvørja støðu Føroya fólk hevði til hesar báðar spurningarnar, vóru sambandsmenninir (O. F. Joensen, Andras Samuelsen, Johan M. Fr. Poulsen, Hans Iversen, Kristian Djurhuus) og javnaðarmenninir (J. E. Jacobsen, J. Fr. Øregaard, Jákup í Jákupsstovu, Johan Peter Davidsen, Peter Mohr Dam og William Smith).

Eftir orðabókini er ein atkvøða ein áskoðan, sum er givin til sjóndar á einum vali, munnliga, skrivliga ella við at rætta hondina upp. Tá menn á morgni koma saman í túninum at taka støðu til, um teir skulu fara á fjall ella ikki, hava teir fýra møguleikar. Ein er at siga: “Vit fara”. Hin er at siga: “Vit fara ikki”. Tann triði er at siga: “Eg taki ikki lut í atkvøðugreiðsluni”. Fjórði valkosturin er als ikki at koma út í tún. Hesir síðstu siga í veruleikanum, saman við teimum, sum ikki taka lut í atkvøðugreiðsluni, við hinar: “Tit ráða!” og teir stuðla harvið tí størra av teimum fyrru bólkunum. Verður samtykt ikki at fara á fjall, fer eingin, og verður samtykt at fara, fara allir, teir sum søgdu at teir vildu fara, teir sum søgdu at teir ikki vildu fara, teir sum ikki atkvøddu, eins og teir sum ikki tímdu út í tún at taka støðu til málið.

Somu reglur eru galdandi í løgtinginum.

Hevði úrslitið á einum tingfundi verið tað sama sum á fólkaatkvøðuni, so skuldi formaðurin, eftir at tingmenn høvdu trýst á knapparnar, sagt frá, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni var hetta:

Tal
Orðing
%
10
Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
31,9
11
Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
32,9
1
Ógildugar atkvøður
2,8
11
Ikki við í atkvøðugreiðsluni
32,4
33
Tingmenn
100

11 høvdu atkvøtt fyri loysing, 10 fyri stjórnaruppskotinum og 1 atkvøða var blonk. Loysingin hevði tí meiriluta, og løgtingið hevði sostatt samtykt at hetta uppskot skuldi setast í verk.

Tað er júst tað sama sum hendir, tá ið vit hava eina fólkaatkvøðu sum hesa. Nøkur vóru, sum ikki tóku lut í atkvøðugreiðsluni, annaðhvørt tí tey ikki møttu upp, ella tí tey lótu inn ein seðil, sum var blankur ella á onkran annan hátt ikki til lítar svaraði teimum báðum spurningunum, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vildu fáa greiðu á. Hesi góvu tí undirtøku fyri tí størsta bólkinum, sum, sambært Johan og øllum øðrum skilamonnum, vóru tey, sum settu kross fyri spurningin: “Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?”

Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist tí:

Tal
Orðing
%
5499
Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
49,3
5660
Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
50,7
11159
Atkvøður íalt
100

Vit kunnu øll fegnast um luttøkuna, og eisini um, at veljarar komu fram til valborðið og atkvøddu fyri stjórnaruppskotinum ella lótu inn ógildugan seðil, tí hesar atkvøður gjørdu, at valluttøkan kom heilt upp á 67,6%. Hetta var eitt nógv hægri tal enn tá íslendingar í 1918 høvdu sína fólkaatkvøðu um sjálvstýri, tí har tóku bert 43% av veljarunum lut. Yvirhøvur vísa royndirnar, at tað er sera torført at fáa meir enn 60% av veljarunum at møta upp tá fólkaatkvøða er, so vit kunnu av røttum siga, at í Føroyum var luttøkan óvanliga stór.

Nú høvdu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fingið greitt svar upp á tað, teir løgtingsins vegna høvdu spurt um.

Danski forsætisráðharrin segði eisini beinanvegin, at hann var fúsur at taka upp samráðingar við løgtingið um at seta fólksins vilja í verk. Núverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen sigur somuleiðis, at stjórnin einki hevur ímóti slíkum samráðingum

Nú eru allir teir sambands- og javnaðarmenn deyðir, sum góvu Føroya fólki møguleikan fyri at siga, at tað vildi hava loysing Danmarkar og Føroya millum. Men framvegis kann alt Føroya fólk heiðra minnið um hesar menn við at seta tað í verk, sum teir góvu okkum høvi at velja. Sjálvandi er tað spell, at 64 ár eru farin, men betri er at siga tøkk í seinna lagi enn ikki at takka.