6.500 fleiri ferðafólk um flogvøllin í mai

Stóri vøksturin í ferðafólktalatalinum um Vága Floghavn heldur fram. Vøksturin í maimánaði var góð 25 prosent

 

– Vága Floghavn hevði afturgongd í ferðafólkatalinum í februar og mars, men seinastu tveir mánaðirnar hevur stórur vøkstur verið í ferðafólkatalinum. Vøksturin í apríl var 46 prosent, men minnast skal til páskirnar vóru í apríl. Í mai var vøksturin var heili 25,2 prosent. Hetta merkir, at 32.594 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í mai. Tað eru umleið 6.500 ferðafólk fleiri enn í maj 2016.

 

Tað skrivar Vága Floghavn í tíðindaskrivi í dag.

 

Higartil í ár eru tilsamans 112.613 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin. Hetta er ein samlaður vøkstur á 10,1 prosent ella gott 10.000 fleiri enn somu tíð í 2016. 

 

– Stóri vøksturin í ferðafólkatalinum kemst fyrst og fremst av, at fleiri útlendsk ferðafólk í ár hava ferðast til Føroyar. Føroyingar ferðast eisini meira, men størsti parturin av vøksturin er frá útlendskum ferðafólkum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, sum hevur góðar vónir um, at Vága Floghavn aftur fer at seta met við ferðafólkatalinum í 2017.

 

 

Her eru hagtølini yvir ferðafólk um Vága Floghavn árini 2013-2017:

 

 

2013

2014

2015

2016

2017

Jan

14378

15598

15461

16354

17757

Feb

11544

12686

12756

15615

14735

Mar

17010

15377

22604

23417

18094

Apr

18341

19446

19971

20162

29433

Maj

20053

21753

23987

26028

32594

Jun

22611

27302

28909

29422

 

Jul

34498

37005

40798

42955

 

Aug

27791

29863

32098

33937

 

Sep

20207

21281

23334

24553

 

Okt

19111

19561

22582

23654

 

Nov

15330

14945

17496

17851

 

Dec

15307

15467

16389

17693