Rættarfundurin varð settur klokkan hálvgum tíggju í gjár, og hóast hann varð sjónvarpaður beinleiðis, tóktist Milosevic ikki serliga ávirkaður av tí, sum hendi.
Carla del Ponte legði fyri við at siga, at fyrrverandi jugoslaviski forsetin er ákærdur fyri harðskap, ið minnir um tað, sum hendi í miðøldini, eins og hann eisini er ákærdur fyri við køldum blóði at hava lagt ein væl skipaðan útreinsingarpolitikk til rættis.
Hon legði dent á, at Milosevic skal sjálvur standa til svars fyri tað, sum hendi, og at dómstólurin ikki fer at býta ábyrgdina millum hann og nakran annan.
- Eingin statur ella felagsskapur verður stevndur fyri rættin í hesum máli, segði Carla del Ponte. Hon segði, at rættarmálið ímóti Milosevic skal vísa umheiminum, at eingin kann seta segt sjálvan oman fyri lógina.
- Sum ákæri umboði eg ikki bara ST, men alt heimssamfelagið, segði ákærin.
Hon boðaði frá, at ákæruvaldið fer við frásagnum og vitnum at prógva, at tann skipaði politikkurin hjá fyrrverandi jugoslaviska leiðaranum kostaði fleiri túsund albanum og kosovoalbanum lívið, og at onnur vóru fyri ágangi av ymsum ómenniskjansligum slagi.
- Alt, sum hann gjørdi, tænti einans endamálinum at fáa størri vald, segði Carla del Ponte.
Hon legði afturat, at ákæruvaldið fer at lata fleiri av offrunum vitna ímóti Milosevic, men øll kunnu ikki vitna, tí tey eru ikki á lívi longur, segði hon.
Millum teirra, sum eisini skulu vitna í Haag, eru kosovoalbanski leiðarin Ibrahim Rugova og fyrrverandi amerikanski semingsmaðurin William Walker.
Ákæruvaldið hevur heilar 66 ákærur ímóti Milosevic. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa lívlanga fongsulsrevsing. Roknað verður við, at rættarmálið fer at vara tvey ár.