67 hval løgdu beinini á Sandi

Í gjárkvøldið løgdu 67 hval beinini á Sandi. Hetta er fyrsta grindin í ár og fyrsta á Sandi síðani 2005. - Kærkomnir bitar, skrivar Sandoyarportalurin.

Tíðliga í gjárkvøldið, meðan kappróðurin varð avgreiddur í Klaksvík, og samstundis sum stórur grindabátadagur varð hildin í Suðuroy, var boðað frá grind á Sandi.

Bátarnir vóru skjótir avstað, og bátar komu eisini úr Skopun og Skúgvi, skrivar Sandoyarportalurin.

- Tað var rættiliga nógv fólk ið leitaðu sær oman á Sandin. Vit skulu heilt aftur til 2005 tá ið seinasta grindin doyði á Sandi so hetta eru kærkomnir bitar.

Í gjárkvøldið vórðu hvalirnir sleipaðir av sandinum og inn í havnina, har kranabilar fingu teir uppá kaina.

Nógv verður vanliga lagt fyri, tá grindaboð eru, og hevur hetta ávirkað, at bæði sunnudagsskúli og møti á Sandi eru avlýst í dag, orsakað av grindini.