Seinastu tíðina hava meiningakanningar í Noregi givið eina týðiliga ábending um, at alt fleiri og fleiri norðmenn halda, at landið eigur at fara upp í ES.
Tann seinasta kanningin, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísti, at 67 prosent av teimum spurdu taka undir við at fara upp í ES, meðan 33 prosent eru ímóti.
Í einari kanning fyri einum mánað síðani svaraðu 58 prosent ja, og tá fólkaatkvøða var um spurningin í 1994, tóku 47 prosent undir við limaskapinum. Tann nýggja kanningin vísir, at meiri enn 30 prosent av teimum, sum atkvøddu nei fyri níggju árum síðani, høvdu atkvøtt ja nú.
Jan Petersen, uttanríkisráðharri heldur, at fólk hava fingið eina aðra uppfatan av ES, og hann ivast ikki í, at tann nýggja kanningin gevur eina rætta mynd av støðuni hjá fólkinum. Tað merkir tó ikki, at stjórnin fer at søkja um limaskap, tí tað hava flokkarnir í samgonguni fyrr avtalað.