Spanska kvinnan, sum sambært sjúkrahúskeldum í Barcelona hevur føtt tvíburðar, er eitt ár eldri enn rumenska kvinnan, Adriana Iliescu, sum gjørdist mamma í januar mánaða í 2005.
Navnið á 67 ára gomlu kvinnuni er ikki almannakunngjørt enn, men sambært sjúkrahúskeldum í spanska býnum, Barcelona, hevur kvinnan júst føtt tvíburðar á Sant Pau sjúkrahúsinum í býnum.
Sambært BBC er spanska kvinnan eisini heimsins elsta, sum hevur føtt børn - og eitt ár eldri enn rumenska kvinnan, sum føddi fyri tveimum árum síðan.
NTB sigur, at spanska kvinnan gjørdist við barn eftir viðgerð í Latín-Ameriku.
Tvíburðarnir eru fyrstu børnini hjá kvinnuni, og sambært talsmanninum hjá Sant Pau sjúkrahúsinum hava bæði móðir og børn tað gott.
CNN veit at siga, at kvinnan, sum er úr Andalucia í Suður-Spaniu, valdi sjúkrahúsið í Barcelona, tí tey har eru væl fyri at taka sær av føðingum, sum kunnu hava trupulleikar við sær.