Tilsamans hava hesi fiskiførini veitt í 673,5 tons, harav nógv tann størsti parturin av veiðuni var longa ? 230 tons. Umframt longuna hava hesi skipini eisini veitt 161 tons av brosmu, 75 tons av langasporli og sløk 68 tons av upsa.
Skipini, ið hava veitt í føroyskum sjóøki í mars mánaði hava verið úr Noregi, Fraklandi og Bretlandi. Av hesum trimum tjóðunum eru tað tey norsku sum eiga bróðurpartin av veiðuni, nevniliga 422 tons.
Hinvegin hava eingi russisk skip verið her og fiskað, og tí er t.d. heldur eingin svartkjaftur veiddur í farna mánaði.