698 børn í fyrsta flokk næsta ár

Næsta skúlaár fara heldur færri børn í fyrstaflokk, enn tað fóru eftir summarfrítíðina í fjør


Tá ið nýtt skúlaár byrjar eftir summarfrítíðina, fara 698 børn í fyrsta flokk.

Hetta vísir eitt yvirlit, vit hava fingið frá Mentamálaráðnum.

Hesa seinastu tíðina hevur innskriving verið í skúlunum kring landið og úrslitið er, at sum støðan er nú eru 698 børn skrivað upp til at byrja í fyrsta flokki.

Hetta er heldur færri børn enn í skúlaárinum sum nú er, tí tá ið hetta skúlaárið byrjaði, fóru 715 børn í fyrsta flokk.

Sostatt eru tað 17 børn færri, sum fara í fyrstaflokk eftir summarferiuna í ár, enn tað fóru í fjør.

Av teimum 698 børnunum, sum skulu í fyrsta flokk næsta ár, fara 684 børn í fólkaskúla, seks fara í frískúlan í Havn og átta fara í frískúlan í Kelduni á Skálafirði og tað er helvtin av tí, sum í løtuni ganga í fyrsta flokk í frískúlunum.

 

Yvirhøvur fara heldur færri børn í fyrsta flokk næsta ár, enn í ár, enn hesi seinastu árini:

Í 2014 fóru 715 næmingar í 1. flokk

Í 2013 fóru 697 næmingar í 1. flokk

Í 2012 fóru 750 næmingar í 1. flokk

Í 2011 fóru 749 næmingar í 1. flokk

Í 2010 fóru 740 næmingar í 1. flokk

 

So hóast tosað hevur verið um at barnatalið minkar, hevur talið á børnum, sum fara í fyrsta flokk, kortini verið rættiliga støðugt.

Tann skúlin, sum tekur ímóti flest næmingum í summar, er Skúlin við Løgmannabreyt, har heili 50 børn byrja í fyrsta flokk, men hinvegin skulu eisini heili 46 børn byrja í fyrsta flokki í skúlanum við Ósánna.

Í 14 skúlum byrja færri enn 10 næmingar og í tveimum skúlum byrjar bara ein næmingur í fyrsta flokki.

Í Suðuroy er fyrstu flokkur í seks skúlum og teir skulu taka ímóti 41 børnum í fyrsta flokki. Í Sandoy skulu tveir skúlar taka ímóti 16 børnum í fyrsta flokki.

Hugburðurin hevur verið, at børnini skuldu ganga í skúla í heimbygdini og fyri nøkrum árum síðani vóru yvir 60 skúlar í Føroyum.

Men síðani er talið minkað so líðandi, antin tí at ongi børn eru eftir, ella tí at kommunur og foreldur sjálvboðin hava lagt lítlar skúlar aftur.

So nú eru 47 fólkaskúlar eftir í landinum, umframt tveir frískúlar.

Sum tað sæst í yvirlitinum niðanfyri, eru tað eisini fleiri skúlar, har ongin byrjar í fyrsta flokki næsta skúlaár.


Í skjalinum undir hesi greinini er eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir næmingar byrja í fyrsta flokki í teimum ymsu skúlunum