Í Haiti stríðast heilsumyndugleikarnir við at fáa tamarhald á kolerasjúkuni, sum hevur herjað tað fátæka landið í meiri enn eitt ár. Men illa gongst. Hvønn dag doyggja umleið 200 fólk av sjúkuni, og myndugleikarnir siga, at sjúkan hevur kravt tilsamans umleið 7.000 mannalív, og at meiri enn 520.000 fólk eru smittað.
Sjúkan hevur eisini gjørt um seg í grannalandinum Dominikanska Lýðveldinum. Har eru 21.000 fólk smittað, og 363 eru deyð av sjúkuni.
ST sigur, at kolerasjúkan tók seg upp í oktober í 2010, og nógv bendir á, at hon kom frá einari støð hjá ST-hermonnum úr Nepal.
Læknar siga, at tað er tvingandi neyðugt at útvega fólkinum í Haiti reint vatn at drekka. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí hetta fer at kosta meiri enn seks milliardir krónur, og Haiti er eitt av teimum fátækastu londunum í heiminum.