7,2 mió næsta ár

Porkeri: Mánadagin í farnu viku hevði bygdarráðið fíggjarætlanina fyri 2012 til fyrstu viðgerð.

Sambært hesum uppskotinum javnvigar fígjarlógin við 9,3 milliónum krónum, við einum skattaprosenti uppá 21 og einum barnafrádrátti uppá 5.500 krónur fyri hvørt barnið.

Porkeris kommuna væntar soleiðis at fáa 7,233 milliónir krónur inn í skatti komandi ár.