7 filmar kappast um Geytan

Sunnudagin 11. desembur verður árliga Geyta-virðislønin handað besta føroyska stuttfilminum.

Sunnudagin 11. desembur verður árliga Geyta-virðislønin handað besta føroyska stuttfilminum. 

 

Umframt Geytastandmyndina, sum Astrid Andreasen hevur gjørt, fær besti filmurin 25.000 krónur. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr.

 

Í ár kappast sjey filmar um Geytavirðislønina. Teir sjey eru:

ÒTTAFET hjá Nollywood

Nattens Stjerner hjá Atla Brix Kamban

Frávik hjá Mariu G. Tórgarð

Bittersweet hjá Róa Davidsen

Marra hjá Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinni Jákupsson

Ramblers hjá Hanus Johannesen, og

Et Knæk hjá Andriasi Høgenni.

 

Virðislønin er uppkallað eftir Herálvi Geyti, vanliga nevndir Geytin, sum ferðaðist kring Føroyar í 60'unum og 70'unum og vísti filmar. Hann doyði í 1985, 71 ára gamal.

 

Í fjør fekk Andrias Høgenni Geytan, fyri filmin Stina Karina. Hinir vinnararnir av Geytanum hava verið Sakaris Stórá í 2012 fyri Summarnátt, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013 og Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014.

 

Áskoðaravirðislønin er farin til Mist hjá Anniku á Lofti í 2012, Munch hjá Jónfinn Stenberg í 2013, Skuld hjá Heiðriki á Heygum í 2014 og Tunnuna hjá Jónfinni Stenberg og Jóannesi Lamhauge í 2014.