- Skulu vit hava greiðar linjur, skulu vit heldur seta tiltøk í verk, sum minka nýtsluna.
Við hesum heldur hann ikki, at tað er neyðugt at herða sjálva lógina, tí hann tekur avgjørt undir við teirri skipan, vit hava nú við eini einkarsølu.
- Tá ið rúsdrekkalógin varð broytt, og vit fingu Rúsuna í 1992, var endamálið, at nýtslan skuldi haldast undir sjey litar av alkoholi fyri hvørt fólki.
- Tað hava vit megnað, so vit eru á heilt góðari leið við teirri skipan, vit hava í dag.
Hann staðfestir eisini, at skal nýtslan regulerast, hava vit eitt sera effektivt amboð at stýra nýtsluni.
Og tað er prísurin!
Fyri nøkrum døgum síðani fortaldi Sosialurin, at sølan hjá Rúsuni er minkað næstan 25% seinastu tíðina.
Stjórin í Rúsuni heldur, at Rúsan er besta barometrið fyri, hvussu tíðirnar eru í samfelagnum og beinanvegin Eik gav skarvin yvir og Fiskavirking fór á húsagang, hildu fólk uppat at keypa rúsdrekka.
- Hetta sigur eitt sindur um, hvussu viðbrekin rúsdrekkasølan er mótvegis prísbroytingum.
Hann staðfestir tí, at skal nýtslan minkast, er lættasti mátin at seta prísin upp.
Kortini er hann nøgdur við støðuna sum hon er, tí nýtslan er undir teir sjey litrarnar fyri hvørt fólki, sum vit settu okkum sum hámark, tá ið Rúsan varð sett á stovn.