Fólkatalið í heiminum fer væntandi at vera 7 milliardir í 2011. Tað vísir ein rapport, sum var almannkunngjørd í gjár. Heimsins fólkatal veksur nú við óhugnligari ferð, og tølini benda á, at tað bert fer at taka 12 ár at fara frá 6 milliardum til 7 milliardir.
CNN sigur, at fólkavøksturin serliga fer at vera stórur í Asia, Afria, Suður Amerika og á Karibisku oyggjunum, har heili 97 % av vøkstrinum fer at vera.
Carl Haub, ein av monnunum handan fólkatalsrapportina, vísir á, at nærum 90 % av heimsins ungdómi býr í menningarlondunum.
Tann fólkavøksturin, sum fer at verða í ídnaðarlondunum, fer í høvuðsheitum at koma av, at fólk úr menningarlodunum flyta higar.
í 2050 fer India helst at vera fólkaríkasta land í heiminum við 1,7 milliard fólkum. Sostatt yvirhálar India Kina, sum í 2050 fer at hava 1,4 milliard íbúgvar. USA fer at vera nummar trý við 439 milliónum íbúgvum.