Danska arbeiðsloysið veksur skjótt og fer at veksa langt inn í 2010 Seinasta mánaðarskiftið vóru 69.800 danir arbeiðsleysir, og tað merkir, at roknað í fulltíðarstørvum mistu 5.000 fólk arbeiðið í februar. Tað vísa tey seinastu tølini hjá donsku hagstovuni, sum vórðu kunngjørd í morgun.
Arbeuiðsloysið í Danmark var sostatt 2,5 prosent um mánaðarskiftið. Bjarke Østergaard, búskaparfrøðingur í Nordea, sigur við DR, at altjóða búskaparkreppan er farin at gera um seg í Danmark.
Hann væntar tó, at gongdin í heimsbúskapinum fer at venda síðst í hesum árinum, men at arbeiðsloysið í Danmark fer at veksa langt inn í 2010.