Sunnudagin skipaðu Kunningarstovan og Fornminnisfelagið í Fuglafirði fyri fólkafundi á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar.
Petur Abrahamsen, býráðslimur, var við á ferðini, og hann sigur, at eini 70-80 fólk vóru við til tiltakið, sum varð hildið í fagrasta veðri.
- Tað var stilli, men eingin sól, og hetta var soleiðis allar besta gonguvegur.
Hann sigur, at umframt fólk, sum komu úr Fuglafiðri, komu eisini fólk av Hellunum og Oyndarfirði.
- Sanghefti varð gjørt til tiltakið, og fyri røðuna hjá Jákupi Paula Johannesen, arkitekti, vórðu einir tríggir sangir sungnir, og eftir røður sungu vit nakrar sangir aftrat.
Petur Abrahamsen sigur, at tá slík tiltøk eru, sum fuglfirðingar standa aftanfyri, verður altíð endað við sanginum ”Boðar tú til allar tjóðir…”, og soleiðis varð eisini hendan dagin.
Niðan á Altarið
- Eftir at fólkafundurin og tiltakið á Skarðinum varð liðugt, fóru fleiri niðan á Altarið, sum er oman fyri Hellurnar.
Petur Abrahamsen sigur, at gongutúrurin úr Fuglafirði og niðan á Skarðið tekur umleið trý korter, og hetta er ein lutfalsliga lættur túrur at ganga.
- Jú, eg haldi, at tiltakið eydnaðist sera væl, og vit vóru heppin við veðrinum, sigur hann.