Higartil eru 13 lík eyðmerkt eftir eldgos í Guatemala, sigur leiðarin fyri rættarlæknafrøðiliga stovnin.
Minst 70 fólk eru deyð eftir eitt ógvusilgt eldgos í Guatemala.
Tað upplýsa landsins tilbúgvingarmyndugleikar seint í kvøld.
Eldgosið Fuego fór at goysa sunnudagin sera ógvusliga og sendi lava og øsku út yvir fleiri býir í økinum. Tað fór at goysa so brádliga, at nógvir íbúgvar ikki náddu at flýggja.
Higartil eru bara 13 av teimum deyðu eyðmerkt. Tey deyðu eru funnin í bygdunum Los Lotes og El Rodeo, upplýsir leiðarin fyri rættarlæknafrøðiliga stovnin í Guatemala City, Fanuel Garcia.
Leiðarin fyri landsins tilbúgvingarmyndugleikar segði í gjár, at roknað varð við, at talið av deyðum fór at hækka, sum bjargingararbeiðið leið fram.
Seinni sama dag var bjargingararbeiðið steðgað av nýggjum eldgosi.
/ritzau/AP