70 fólk hava leitað sær hjálp hjá KRIS í ár

Talan er um væl fleiri gentur enn dreingir

Arbeiðið hjá felagsskapinum KRIS snýr seg um at hjálpa menniskjum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. 

Tað er ymiskt frá ári til ár, hvussu nógvar áheitanir KRIS fær frá fólki, sum leita sær hjálp. Í fjør fekk KRIS 109 áheitanir, sum er nakað minni enn í 2017, tá 139 áheitanir vóru. Í 2016 vendu 87 fólk sær til KRIS, og í 2015 var talið heilt uppi á 154.

Gjøgnumgangandi fyri øll árini er, at tað hvørt ár eru umleið tvífalt so nógvar kvinnur sum menn, ið leita sær hjálp hjá KRIS.

Higartil í ár hava 70 fólk vent sær til KRIS. Størsti parturin av hesum vendur sær til KRIS fyri fyrstu ferð.

Í Vikuskiftis Sosialinum hava vit stórt tema um kynsligan ágang móti børnum. Blaðið er komið út í handlarnar kring landið.