70 milliónir standa upp á spæl

Sannur Lotto-fepur herjar, nú potturin til mikudagin er ikki minni enn 70 mió kr. Frá Danske Spil verður sagt, at dupulta jackpot-puljan, sum nú er í pottinum, hevur drigið mann av húsum at keypa sær seðil til dráttin mikukvøldið.

Somikið stór hevur sølan verið, at prognosurnar nú eru broyttar. Upprunaliga varð mett, at 1. vinningurin hesa ferð gjørdist 17 mió kr., men nýggja prognosan sigur, at hesin nú verður 22 mió kr.

Samstundis er puljan fyri SuperTallet komin heilt upp á 48 mió kr., so samanlagt eru ikki minni enn 70 milliónir krónur at vinna í annaðkvøld.