Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy hava næmingar nýliga havt eina evnisviku, har dentur varð lagdur á evnið, kostur, rørsla og virkni hjá eldri fólki. Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy hava næmingar nýliga havt eina evnisviku, har dentur varð lagdur á evnið, kostur, rørsla og virkni hjá eldri fólki.
Í hesum sambandi hava næmingarnir býtt seg sundur í bólkar, sum arbeiddu við ymsum evnum og alt tiltakið endaði við, at tey bjóðaðu pensjónistum úr allari oynni á skúlan síggja, royna, smakka og føla tað, tey høvdu gjørt.
Einir 70 pensjónistar úr allari oynni tóku av innbjóðingini og tey lata sera væl at. Tey sluppu at røra seg, tey sluppu at síggja dømi um ymiskt handaligt arbeiði og tey sluppu eisini at royna ymsan heilsugóðan mat, har dentur eisini varð lagdur á at vísa heilsugóðan gerandismat.
Undir Myndafrásagnir, hava vit fleiri myndir frá tiltakinum.