700 børn standa á bíðilista

- Summi teirra hava bíðað 4-5 ár. Onnur, ið hava hug at læra at spæla eitt ljóðføri, koma ongantíð á bíðilistan, tí tey missa mótið, tá ið tey fáa at vita, hvussu langur bíðilistin er. Bert til klaverundirvísing, bíða hálvt triðja hundrað børn. Støðan er ógvuliga keðilig, men hóast myndugleikarnir eru positivir, eru útlit ikki til, at skúlin fær størri játtan at ráða yvir í bræði, sigur Napoleon Nólsoy, stjóri í Tórshavnar Musikkskúla

Tórshavnar Musikkskúli hevur nógv spennandi tilboð til teir ungu borgararnar í kommununi. Tað ber til at læra at spæla uppá flestu ljóðførini, men tað er treytað av, at pláss er. Komandi skúlaár ræður skúlin yvir 230 læraratímum, men skuldi skúlin nøktað stóra tørvin, sum er, átti tímatalið at verðið tvífaldað.

Umleið 500 børn ganga til undirvísing hjá teimum 18 lærarunum, sum eru knýttir at skúlanum, men á bíðilista standa meiri enn 700 børn og bíða. Og summi teirra hava bíðað leingi, upp í 4-5 ár. Onnur geva skarvin yvir, og koma ongantíð á bíðilistan, tí tey missa mótið, tá ið tey fáa at vita, hvussu leingi tey verða noydd at bíða, til nøkur vón er fyri, at tey sleppa framat. Vórðu øll hesi eisini skrivað upp, hevði bíðilistin talt meiri enn túsund. Í teim góðu árunum vóru væl fleiri enn 500 næmingar á skúlanum, men undir ringastu kreppuárunum mátti skúlin spara rættiliga nógv. Úrslitið var, at næmingatalið minkaði og bíðilistin longdist.

- Tað er serliga til klaverundirvísingina, at tann stóra tilgongdin er. Meiri enn 240 børn bíða eftir at sleppa til klaverundirvísing. Hesi bíða 3-5 ár, áðrenn tey sleppa framat. Tað er ógvuliga harmiligt, tí tað er altíð best, at børnini byrja so tíðliga sum gjørligt, sigur Napoleon Nólsoy, skúlastjóri, ið leggur aftur, at fyri at børnini skulu fáa nakað serligt burtur úr klaverfrálæruni, krevur skúlin, at familjan eigur klaver heima.


Góð úrslit

Eisini til tvørfloytu- og gittarundirvísingina er leingi at bíða, meðan tað til violinundirvísing ikki er so galið.

- Til onnur ljóðføri so sum messingljóðførini, cello og kontrabass er ikki so leingi at bíða, sigur Napoleon Nólsoy.

Til ber at fáa frálæru í so at siga øllum teim kendu ljóðførunum. Frálæra í sangi verður aftur komandi skúlaár.

Næmingarnir fáa frálæru hálvan tíma eina ferð um vikuna, umframt tíð til samanspæl, musikkteori og hoyrilæru. Serliga dugnaligir næmingar fáa møguleika fyri at fáa meiri undirvísing.

Næmingar hjá Tórshavnar Musikkskúla hava tikið lut í nógvum í kappingum uttanlands, og hava klárað seg ógvuliga væl. Fleiri teirra hava vunnið stórar, krevjandi og kendar kappingar.

- Næmingarnir hava klárað seg einastandandi væl í fleiri ár. Hvørja ferð, onkur næmingur hevur klárað seg væl í onkrari kapping, gløðir telefonin, har fólk spyrja um pláss ikki er.


Íblástur í røttum umhvørvi

Tað strandar ikki upp á at fáa nóg mikið av væl útbúnum lærarum, og í løtuni eru í øllum førum helmingurin føroyingar. Børnini eru í miðal 7-8 ár, tá ið tey byrja at læra at spæla eitt ljóðføri, og royndirnar eru, at flestu teirra, ið byrja, halda fram.

- Suzuki-frálæran sigur, at best er at byrja so tíðliga sum gjørligt, tað vil siga, tá ið børnini eru um 4 ára gomul til violin og 5-6 ár til floytu, sigur Napoleon Nólsoy.

Suzuki-hátturin byggir á ta grundfatan, at øll børn eru fødd við nógvum evnum. Fyri at menna hesi evni, eiga børnini at fáa íblástur í røttum umhvørvi. Næmingarnir læra at spæla á ljóðføri á sama hátt, sum tey læra móðurmálið. Teir lurta eftir tónleiki og royna síðan at eftirlíkna tað, tey hava hoyrt, á egna ljóðførið uttan at brúka nótar. Tá ið nøkur ár eru liðin, læra næmingarnir eisini at spæla eftir nótum.

Umframt frálæru í ljóðføri, og tí sum natúrliga kemur afturat teirri frálæruni, hevur musikkspælistova í nógv ár verið fyri tey smæstu undir skúlaaldur. Komin til skúlaaldur halda flestu teirra fram í tí, sum eitur tónleikur og rørsla, upp til fjórða flokk. Tveir flokkar eru í hvørjum.

- Hesin seinni, tann við børnum í 3.- og 4. flokki vil ógvuliga fegin halda fram eitt ár afturat, men tað letur seg ikki gera sum er uttan at vit taka frá onkrum øðrum, sigur Napoleon Nólsoy.


Positivir myndugleikar

Útlit eru ikki til í bræði, at Tórshavnar Musikkskúli fær størri játtan og harvið fleiri læraratímar at ráða yvir, soleiðis at fleiri børn sleppa framat. Greitt er, at komandi skúlaár henda ongar broytingar hesum viðvíkjandi.

- Tórshavnar kommuna hevur altíð verið ógvuliga positiv mótvegis skúlanum, og tað kann væl vera, at um hon læt meiri til skúlan, at meiri kom frá landinum eisini. Skúlin er kommunalur, og kommunan rindar helvtina av læraralønunum, men í einstøkum førum hevur kommunan rindað 100% fyri einstakar tímar. Hetta hevur verið gjørt í serligum førum fyri ikki at missa ein lærara, sum annars hevði farið, sigur Napoleon Nólsoy.

Tórshavnar Musikkskúli ræður eisini yvir Skansastovu, har rútmiska deildin heldur til, og Tórshavnar Kommunuskúla. Skúlin er rímuliga væl fyri, tá ið tað ræður um ljóðføri. Næmingarnir hava høvi at læna ljóðførini upp til tvey ár, onkuntíð longri.