700 metrar langt rør sperrar havnina

Í morgun varnaðust havnarfólk, at eitthvørt langt byrgdi havnina inni. Onkur helt tað vera eina stóra oljusperring. Men so er ikki. Talan er um eitt 700 metrar langt kloakkrør, sum skal leiða spillvatnið frá Landssjúkahúsinum út á streymasjógv.

Jónsvein Lamhauge, stjóri í Tórshavnar Havn, sigur við útvarpið, at rørið er keypt úr Noreg í einari longd og er sleipað til Føroyar.

– Tað hevur ligið uppi á Sundi, har vektir eru settar á, og í nátt er tað sleipað til Havnar, segði Jónsvein Lamhauge við útvarpið.

Orsøkin til, at nýggj rørleiðing skal leggjast er útbyggingin av Tórshavnar Havn.

Rørið verður søkt niður á botn, og sambært Jónsvein Lamhauge vænta teir at verða lidnir við arbeiðið í morgun.

##med2##

##med3##

##med4##