700 í skúla fyrstu ferð

Nú er summarfrítíðin hjá næmingum og lærarum at enda komin, og klokkan 7:50 í morgun fóru teir fyrstu næmingarnir aftur í skúla. Í ár fara eins nógvar gentur og dreingir í 1. flokk - 349 dreingir og 349 gentur.

Í dag fara 698 næmingar í skúla fyri fyrstu ferð. Tá eru ikki teir næmingar íroknaðir sum fara í frískúlan við Hoyvíkstjørn, í Havn og í Kelduni í Skálabotni.

- Talið á næmingunum, sum fóru í 1. flokk í fjør í hesum skúlum, var 26. Eru tølini nøkulunda sum í fjør, er talið á næmingunum í 1. flokki í ár umleið 725, verður sagt úr Mentamálaráðnum.

Í fjør fóru 740 næmingar í 1. flokk, í fyrraári 725 næmingar, árið fyri 754 næmingar og árið fyri aftur 684. Ikki færri enn 270 næmingar fara í 1. flokk í skúlunum í Tórshavnar kommunu, samanborið við 297 í fjør.

Tilsamans 6888 næmingar ganga í fólkaskúlanum skúlaárið 2011/2012, 3592 dreingir og 3368 gentur. Tað eru 23 fleiri enn í fjør. Í fyrraári var talið 6920 og árið fyri 7061. Heldur ikki í hesum tølum eru næmingar í frískúlanum við Hoyvíkstjørn, í Havn og í Kelduni í Skálabotni, íroknaðir.