702 danskir OL luttakarar verða nú koppsettir

Donsku heilsumyndugleikarnir skulu standa fyri at koppseta 702 danir, sum skulu til OL í Tokyo.

Danmarks Idrætsforbund (DIF) hevur fingið tillutað 1404 skamtir av koronukoppingarevni frá Pfizer/BioNTech, og harivið kunnu 702 danskir luttakarar, sum skulu til OL í Tokyo, verða koppsettir áðrenn ferðina.

 

Tað upplýsir DIF fyri Ritzau.

 

Flestu teirra verða koppsett síðst í mai og í juni.

 

Tað eru donsku heilsumyndugleikarnir, sum skulu standa fyri koppsetingini.

 

Umframt OL-ítróttarfólk fáa eisini onnur, sum eru við í ferðalagnum, boðið koppseting.

 

Tað snýr seg um venjarar, leiðarar, læinar, fysioterapeutar og onnur, sum eru við og tíðindafólk og myndafólk.

 

– Vit eru sera takksomu fyri koppsetingarmøguleikan, sum minkar smittuvandan undir leikunum uttan at ávirka danska koppsetingarkalendarar negativt, tá talan er um serliga veiting, sigur Morten Mølholm, stjóri í DIF, í tíðindaskrivi.

 

– Trýstið á koppsetingarætlanina er júst á skamtirnar og ikki á møguleikan at koppseta. Og her lurtaðu heilsumyndugleikarnir, sum mæltu til, at tey sjálv skuldu handfara skamtirnar og stikkini gjøgnum Region Hovedstaden.

 

Koppingarskamtirnir eru nú á veg til Danmarkar.

 

Tað skulu ganga minst tríggjar vikur millum fyrra og seinna prikið. Harivð kunnu møgulig hjáárin verða farin aftur um bak umleið fýra vikur fyri OL, verður sagt.

 

OL í Tokyo verður frá 23. juli til 8. august.

 

Eisini hópurin til paraolympisku leikirnir fáa boðið koppseting. Paraolympiskuleikirnir eru frá 24. august til 5. september.

 

6. mai boðaði Pfizer/BioNTech frá, at felagið hevði gjørt avlatu við IOC um at veita koppingarevni til øll OL ítróttarfólk kring allan heimin.

 

/ritzau/