Úr Fuglafirði frættist, at mai mánaður fekk eina góða byrjan, við tveimum risaskipum á vitjan sama dag – 170 metrar langa bulkskipinum “HARUKA” sum kom úr stillahavinum umvegis Panamakanalina, og gasstangaskipinum ”JENNY N”, sum kom úr Houston í USA. Hetta skipið er 204 metrar langt.
Bæði skipini bunkraðu tungolju til egið brúk frá “Effo Bunkers”, verður upplýst úr Fuglafirði.