- Kvinnur í 20 ára aldri og allar vegin upp til 80 ára aldur hittast í Norðurlandahúsinum í kvøld, sigur ein spentur blaðstjóri á Kvinnu, Siri Sørensen, nú stóra tiltakið nærkast.
Tað er ikki á hvørjum degi, at 20 handlar sláa seg saman um eina mótaframsýning. Ella at Sigrun Brend, Ria Tórgarð, Laila Carlsen og Kristina Bærendsen skipa fyri tónleiki og undirhaldi saman. Ella at føroyskar kvinnur fáa svar uppá sínar trupulleikar frá víðagitna rithøvundanum og journalistinum Maise Njor. Men alt tað hendir í kvøld.
Norðurlandahúsið er karmur um stóra føðingardagstiltakið hjá Kvinnu, nú blaðið hevur 10 ár á baki.
Og tað er ein errin og spentur blaðstjóri, sum nú telur tímarnar til tiltakið byrjar.
- Tað er ein fantastiskt kensla at vita, at so nógvar kvinnur koma, og at tað eru kvinnur í øllum aldri. Samstundis er tað eitt frálíkt høvið hjá okkum á Kvinnu at sleppa at hitta okkara lesarar, sigur Siri Sørensen.
Hóast tað nærum er útselt nú, so eru teir ikki nógvir menn, sum hava hildið seg framat.
- Menn eru vælkomnir sjálvandi, men teir halda seg mangan aftur, tá ið tað eru kvinnutiltøk av hesum slagi, sigur Siri.
Kvinna leggur upp til eitt stuttligt kvøld, har luttakararnir sleppa at flenna saman, og hugna sær í stásiligu hølunum hjá Norðurlandahúsinum.
Tað er í kvøld klokkan 18.30, at dyrnar lata upp, og tiltakið byrjar stundisliga klokkan 19.30. Meira kann lesast um tiltakið á kvinna.fo