Hvar verða jólini hildin í ár?
- Í ár verða jólini hildin heima í Hoyvík. Vit hava nøkur ár verið uttanlands á skíðferiu um jólini, sum vit eisini hava verið sera glað fyri, men tað er eisini gott at hugna sær heima. Elsti sonurin, sum lesur í Birmingham, kemur heim, so tað gleða vit okkum nógv til.
Tað sigur Jákup Petur Eliassen.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Dunna! Eg elski dunnu og haldi tað næstan vera synd, at vit so sjáldan sleppa at njóta hana. Ella - soleiðis er tað í øllum førum hjá okkum, eina ella kanska tvær ferðir um árið.
Jákup Petur Eliassen ivast kortini í, um dunna hevði gagnast so væl, sum hon ger, um hon varð etin oftari.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg vóni at fáa stundir og møguleika at verða saman við fólki, sum eg eri góður við. At hava míni nærmastu rundan um meg, og at vit øll mugu hava tað gott saman á jólum.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Eg havi ikki altíð havt tað so lætt um jólini. Um væntanirnar eru ov høgar, og alt skal verða perfekt, so er vandi fyri, at tú verður bæði skuffaður og stressaður. Men, eg haldi, at vit duga betur at taka tað róligt nú.
Jákup Petur Eliassen vísir á, at á jólum hava tey frí úr arbeiði, og tí eru góðar stundir til tað góða.
- Eg gleði meg at merkja jólafriðin, og so vóni eg eisini, at eg fái stundir at venja eitt sindur. Eitt mál er sjálvandi at dansa rundan um jólatræið, til eg havi fingið eitt marathon.
Brosandi sigur Jákup Petur Eliassen, at ein umgangur rundan um jólatræið hjá teimum er 5,6 metrar, so tað verður bara 7.356 ferðir runt jólatræið.