739 børn og ung høvdu tap í Eik

739 ungir partabrævaeigarar fáa nú kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi frá TAKS.

- Í 2011 hava 739 børn og ung undir 16 ár havt tap av teirra Eik-partabrøvum, og fer TAKS nú at senda hesum eina kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2011, sum tey skulu lata inn aftur.

TAKS sigur í tíðindaskrivi, at vanliga sendir stovnurin hvørki skattauppgerðir ella sjálvuppgávur út til børn og ung undir 16 ár.

- Hóast børn og ung eisini undanfarin ár hava átt virðisbrøv, hava hesi ikki í serliga stóran mun havt staðfestan vinning ella tap av sínum virðsbrøvum, tí tey hava ikki handlað við virðsbrøvunum. Tískil hevur TAKS vanliga stovnað hesum kapitalvinningsuppgerðir leypandi, so hvørt, sum TAKS hevur fingið upplýsingar um tap og vinning av kapitali frá hesum.

TAKS sigur, at væntandi verða brøvini við kapitalvinningsjálvuppgávuni í postinum hjá øllum mánakvøldið.

- Eins og øll onnur kunnu hesi lata sína kapitalvinningssjálvuppgávu inn um eSkatt. Loynitalið til at logga á eSkatt stendur ovast í høgra horni á kapitalvinningssjálvuppgávuni.

TAKS leggur aftrat, at freistin at lata inn uppgávuna inn er hin 1. mai í 2012.