Um tað er ein, sum kann seta fólk í bás í USA og í restini av heiminum, so er tað Donald Trump.
Fyrrverandi amerikanski forsetin er bæði hámettur og vanvirdur. Og tað tykist honum dáma væl.
Trump heldur enn uppá, at Joe Biden vann forsetavalið í november 2020 við fuski.
Tað eru tað ikki nógv onnur, sum halda. Heldur ikki dómstólarnir.
Men tað eru milliónir av veljarum, sum trúgvar fyrrverandi forsetanum, tá hann sigur, at »valið varð stolið«.
Tað snýr seg millum annað um Trump-viðhaldsfólkið, sum 6. januar løgdu á Kongressina í Washington D. C.
So Trump hevur enn stuðul, og tað tykist eisini sum um, at hann megnar av savna flokkin, Republikanararnar, aftan fyri seg.
Um hann so stillar upp til næsta forsetaval í 2024 er ikki greitt. Hann vil einki siga um tað.
Um hann hevur orkuna er eisini óvist. Í dag fyllir hann 75 ár og er tí eingini ársungi longur.
Men Joe Biden var 78, tá hann vann á Trump, so tað ber væl til.
Hinvegin er tað ikki bara politikk, sum alt snýr seg um.
Trump hevur í yrkisleið síni víst, at er tað nakað, sum hann hatar, so er tað at tapa.
Hann og konan Melania vóru ikki við, tá Joe Biden varð innsettur sum forseti, og tað er ógvuliga sjálsamt.
So út frá tí kann sigast, at tað er væl hugsandi, at hann fer at royna einaferð afturat.
Men tað er eisini ein annar heimur, tann við dómstólarnar.
Trump er tvær ferðir fríkendur í ríkisrætti í USA. Tað var tí, at egni flokkur hansara brúkti sín meiriluta í Senatinum til at frídøma hann.
Nú er statsadvokaturin í New York farin eftir honum.
Í mai boðaði ein talsmaður fyri ríkisadvokatin frá, at nú verður farið at kanna fíggjarlig viðurskifti hjá Donald Trump.
Tað kann, um Trump endar við at verða dømdur, kann merkja fongsul.
Tað eru millum annað skattaviðurskifti, sum verða kannað.
Beint nú sær út til, at Trump kann klára seg, um hann skuldi gjørt av at lagt føturnar upp á skammilin og farið upp á pensjón.
Slappa av í frítíðarstað sínum í Florida, New Jersey ella kanska í Skotlandi.
Handilsvirksemið hjá honum er rakt av koronufarsóttini.
Men hann er kortini enn væl fyri, vísir uppgerð yvir heimins ríkastu persónar í blaðnum forbes.
Ognin hjá Trump er sett til 2,4 milliardir dollarar, umleið 15 milliardir krónur.
Tað er 1,3 milliardir minni enn í oktober í 2016, mánaðin fyri tá hann vann forsetavalið á Hillary Clinton.
Trump hevur altíð verið vanur við pengar.
Altíð.
Hann varð føddur í New York við gullskeið í munninum.
Pápi hansara, Fred Trump, var íverseti, New York-style
Hann bygdi upp og serldi íbúðir í millónabýnum. Tað var arbeiðið hjá Fred Trump, sum legði støðið undir ognunum hjá Donlad Trump.
Donald Trump gekk í privatskúla, læs búskap, livdi lívið sum ungur.
Hann fór at arbeiða fyri pápan og tók yvir í 1971 handilsvirki, hvørs navn hann broytti til The Trump Organization.
Hann víðkaði handilsvirksemið við Manhatta-skýskavarum, við hotellum, golfvøllum, kasino og nógvum øðrum.
Frá 1996 til 2015 átti hann brandið Miss Universe.
Hann varð kendur langt út um landamørkini í USA við at vera við í sjónvarpssendingum, eitt nú reality-røðini The Apprentice.
Privat hevur hann eisini havt úr at gera.
Melania Trump er triðja kona hasara, og hann hevur fimm børn og fleiri abbabørn.
/ritzau/