750 ung til ítróttardag í Havn fríggjadagin

750 ung fólk í aldrinum 13-14 ár vóru fríggjadagin 9. mai til ein felags ítróttardag í Havn. Tað var Fólkaheilsuráðið, ið skipaði fyri hesum tiltaki í sambandi við málið at halda árgang 2000 roykfrían.

Líka síðan 2008, sum var Altjóða tubbaksár, hava átøk ímóti royking verið høgt raðfest í Fólkaheilsuráðnum. Nú er fokus á tey ungu við átakinum »Árgangur 2000 roykfríur«.

Hoyrið samrøðu við Ólav Jøkladal frá Fólkaheilsuráðnum við at trýsta pílin undir myndini