Tað gongur strúkandi væl hjá Vága Floghavn, sum í dag kann kunngerða, at talið av ferðafólkum er voksið fyri fimta árið á rað. Bara í fjør vaks talið av ferðandi við 10,4 prosentum ella 25.000 ferðafólkum samanborið við 2014.
Vøksturin í talinum av ferðafólkum sæst best við at hyggja nøkur ár aftur í tíðina. Í 2010 var talið av ferðafólkum umvegis flogvøllin í Vágum 200.000. Fimm ár seinni, í 2015, var talið 276.385 fólk.
Sólarmyrkingin hevur uttan iva gjørt sítt til, at 2015 hilnaðist so væl samanborið við 2014, men Vága Floghavn vísir á, at tað var framgongd í øllum mánaðunum uttan í januar og februar.
Einas12.500 ferðafólk ferðaðust umvegis flogvøllin í februar, meðan tað í juli, ið var størsti mánaðin, ferðaðust 40.000 ferðafólk umvegis flogvøllin.
Ikki óvæntað er tað serliga Atlantic Airways, ið eigur størsta partin av ferðafólkatalinum. Heili 94 prosent av teimum, ið ferðaðust umvegis flogvøllin í 2015, brúktu Atlantic Airways.
Sambært tíðindaskrivinum frá Vága Floghavn er tað eisini rutuflúgvingini hjá tjóðarflogfelagnum, ið er høvuðsorsøkin til vøksturin í 2015. Størsta rutan er Keypmannahavn og síðani koma Billund, Bergen og Ísland.

75.000 fleiri ferðafólk upp á 5 ár





