Mikil var frøin tá talt var upp um kvøldið. Mamma hevði vunnið!
Tá vit í dag fara inn á internetið fáa vit at vita tað sama sum vit hoyrdu í útvarpinum hetta kvøldið fyri 77 árum síðani. Loysing vann við 51 prosentum av atkvøðunum, og á einari demokratiskari atkvøðu verður tað sett í verk, sum meirilutin samtykkir.
Í ódemokratiskum londum er øðrvísi. Har verður tann demokratiski meirilutin kúgaður við hermegi.
Tíverri fyri mammu mína og land og tjóð okkara vísti tað seg fyri 77 árum síðani, at Danmark er eitt av heimsins ódemokratisku londum.
Tá løgting okkara vildi taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at seta tað í verk, sum mamma mín hevði atkvøtt fyri, varð eitt krígsskip sent til Tórshavnar at handtaka teir løgtingsmenn, sum vildu samráðast. Uttan nakra heimild yvirhøvur sendi danska stjórnin harumframt okkara nývaldu løgtingsmenn til hús.
Hetta var ein ólóglig gerð, og ein ólóglig gerð útvegar ikki tí, sum hevur brotið galdandi lóg, nakran rætt. Okkum hevur órættur verið fyri!
Tí hava vit rætt til at krevja av donsku stjórnini, at hon biður okkum so miriliga um fyrigeving fyri ta ólógligu gerð, sum hon gjørdi ímóti okkum fyri 77 árum síðani, og at hon sum skjótast tekur upp samráðingar við okkum um loysingarsáttmálan.
Zakarias Wang