77 ára gamli John Poulsen er býarmynd í Vági. Oftast í kolli og á súkklu.
Hóast hann og súkklan eru sum eitt, so eru nú nøkur ár síðani, at John tók hetta við súkklingini eitt stig víðari. Hann gjørdi nevniliga av at ferðast í Danmark á súkklu, og tað hevur hann nú gjørt hvørt summar í eini 12 ár.
Síðani 1998 hevur John Poulsen hvørt ár verið á ferð í Danmark á súkklu og um fyrstu ferðina sigur hann:
-Eg las onkrastaðni, at onkur hevði gjørt ferð í Danmark á súkklu. Ein kemur í land av Norrønu í Hanstholm, og so er tað so ymiskt, hvønn veg ein fer, greiðir John Poulsen frá.
Hann fór bara avstað, og hevði onga stórvegis ætlan um túrin. Hann fekk lítlan bólkling um øll vallaraheim í Danmark frá Sámali Bláhamar.
-Ein nýtir eisini súkklukort at miða seg eftir, tí so slepst undan stóru ferðsluni, men heldur eru tað skógir, grúsvegis og smærri asfaltvegir, og í Danmark er alt eisini væl skipað, sigur John Pouslen.
Í 1998 var John eina viku burtur. Hann fór úr Hanstholm og síðani runt Ringkøbing Fjord.
-Hetta hóskaði væl við vallaraheimini og við at koma aftur til Hanstholm. Súkklukortini siga eisini frá tí, ið vert er at síggja á leiðini, sigur John Poulsen.
100 kilometrar um dagin
-Ein vanligur súkklutúrur er umleið 60 til 110 kilometrar um dagin, tá eg eri á ferð í Danmark. Um ein situr ein dag á súkklu, so kemur ein langt, men tað er tó ikki so ofta, at ein fer upp um 100 kilometrar um dagin, sigur John Polulsen spakliga.
Síðani 1998 hevur hann verið hvørt ár í Danmark og oftast í 14 dagar burtur.
-Eg haldi at eg súkkli einar 600 kilometrar hvønn túrin, men onkutíð meira, onkutíð minni. Eg havi súkklað í Jyllandi, og so tikið tok til Keypmannahavn at vitja fólk har. Tað liggur væl fyri at hava súkkluna við í tokinum, sigur John Poulsen.
Kenna John aftur
John Poulsen heldur ikki somu leið hvørja ferð. Hann hevur eittnú lagt leiðina til Sønderborg, Ærø, Langeland og Lolland Falster og so Keypmannahavn. Har hevði hann eina mostur at vitja.
-Nakrir av túrunum, ein kann fara á súkklu, hava tað við sær, at ein kemur til sera vøkur støð. Og nógv av hesum støðum eru støð, har onnur vanliga ikki koma.
-Eg havi altíð ligið nátt á vallaraheimum. Einum nýtist ikki so nógv viðføri tá, bert eina tasku hangandi á súkkluni. Vallaraheimini eru góð, og er ein so innan hásummartíð, so er ongin trupulleiki at fáa pláss. Tað er heldur ikki langt í millum tey, sigur John Poulsen, ið ofta ferðast í maj mánað.
-Í Thisted kenna tey meg nú aftur, tá eg komi, tí har eri komin so ofta, sigur John Poulsen, ið leggur afturat, at kemur tað fyri, at pláss ikki er á vallaraheimi, so eru aðrir møguleikar, ella ein kann halda fram til næsta vallaraheim.
Á Bornholm hevur John eisini verið, og hann metir oynna vera áhugaverda.
-Ein hittir fólk á slíkum ferðum, men eg eri ofta innan hásummartíð, og tað er komið fyri, at eg havi havt eitt vallaraheim fyri meg sjálvan, sigur John Poulsen, ið byrjaði við eini eldri súkklu, men sum nú hevur eina góða og nýggjari súkklu. Hon kostaði eini 10.000 krónur og merkið er úr Niðurlondum.
-Ein skal hava góða súkklu, sigur John avgjørdur.
Hann minnir á, at lappiútgerð og slangu má ein hava við sær, men leggur afturat, at fólk annars eru sera røsk at hjálpa, um á stendur.
John leggur ofta leiðina framvið, um hann veit um føroyingar, ið búgva á leiðini, har hann er, og at bara koma framvið og heilsa uppá, hevur mangan verið stuttligt og sera hugnaligt.
Í Føroyum
John Poulsen byrjaði kanska í heldur høgum aldri at fara uttanlands at súkkla, men hann hevur altíð súkklað í Føroyum.
-Eg havi verið allar Føroyar runt. Eg mangli kanska nakað av Vágoynni, sigur John Poulsen.
Aldurin
Í ár var John ikki einsamallur á ferð í Danmark. Hannfór við Norrønu til Esbjerg. Í ferðalag við sær hevði hann Júst Skarðenni. Teir súkklaðu, men høvdu campingvogn við, vendu aftur til vognin á kvøldi, og koyrdu so víðari.
-Og hetta riggaði eisini væl, metir John Poulsen.
John Poulsen er 77 ár, men aldur tykist ikki at bíta á.
-Ikki veit eg. Tað er ikki, sum tað hevur verið, tó slíkir túrar krevja, at ein er í venjing. Men tað er altíð so, at fyrsti dagurin er hin strævnasti, sigur John Poulsen.
Um hann fer avstað aftur næsta ár, veit John ikki.
-Tað kemur so knappliga, men hevur ein lív og heilsuna, so veit ein ikki, hvat kann henda, sigur John Poulsen, ið leggur afturat, at súkkluferðirnar er tað, ið hann ger við at ferðast.
-At liggja á eini strond, tað er ikki eg, sigur John Poulsen.