Bumbuspreingingin í Tinghúsinum gjørdi stóran skaða. Hol varð sprongt í grundina, og nakað av klædninginum skrædnaði frá. Allir rútar í Tinghúsinum brotnaðu, og gipsmyndirnar av Fríðriki VII og VIII eins og gipsmyndin av Kristiani IX brotnaðu. Bert gipsmyndin av Kristiani X slap óskalað

78 ár síðan bumbuatsókn móti Løgtinginum

Henda dagin í 1945, altso fyri 78 árum síðani, bleiv ein bumba sprong undir løgtingshúsinum í Havn.

Bumbuspreingingin í Tinghúsinum gjørdi stóran skaða. Hol varð sprongt í grundina, og nakað av klædninginum skrædnaði frá. Allir rútar í Tinghúsinum brotnaðu, og gipsmyndirnar av Fríðriki VII og VIII eins og gipsmyndin av Kristiani IX brotnaðu. Bert gipsmyndin av Kristiani X slap óskalað

Hon var løgd í útnyrðinghornið á húsinum um eitt tíðina á nátt. Eingin var í tinghúsinum, og tí stóðst eingin mannaskaði, men Javnaðarflokkurin júst hevði havt fund í stovu floksins í tinghúsinum stutt áðrenn.

Stórur materiellur skaði stóðst av hendini, og rútar í so at siga øllum miðbýnum brustu.

Eingin bleiv nakrantíð dømdur fyri at hava framt brotsverkið.

Sosialurin skrivar tann 22. september 1945 soleiðis um hendingina:

Kl. 1 seinastu mánanátt varð fólk um allan Tórshavnar bý skakað upp úr svøvni av hvøllari spreinging. – Tað var okkara gamla tinghús, ið hevði verið fyri atsókn. Ein spreingiknøttur ella annað spreingievni var lagt uttan fyri útnyrðinghornið, og ivaleyst var ætlanin at oyðileggja tinghúsið.

Ikki eydnaðist henda ljóta gerð; men tinghúsið fekk kortini av at vita: Stórt hol kom á grundina, vindeyguni á vestursíðuni sorðaðust og karmar sprongdust, menn halda, at vestara bróstið er nakað avlagað. Inni í tingsalinum sorðaðust t.d. nakrar kongamyndir.

Men hetta er so langt frá allur skaðin, ið hendi. Í kommunuskúlanum brotnaðu teir flestu rútarnir á eystaru og norðaru síðu – skaðin var so umfatandi, at børnini máttu fáa frí týsdagin. Sethúsini hjá Ísak Joensen høvdu ikki nógvar heilar rútar móti eystri.

Í kjallaranum har A. S. L. Poulsen hevur handil, vórðu ikki bert teir stóru, tjúkku rútarnir í skeljamjøli, men hópur av glasvøru fór eisini fyri skeyti. Annars brotnaðu rútar á telefonverkinum, hjá Th. Jensen, ursmiði, í meinigheitshúsinum, sproytuhúsinum, á posthúsinum, í handli Z. Heinesens í Vágsbotni, og nakrir fáir í bókahandlinum.

Fólkaskaði var eingin. Tingmennirnir P. M. Dam og J. P. Henriksen saman við øðrum javnaðarmonnum høvdu havt fund á floksins stovu í tinginum og vórðu farnir haðani ein tíma áðrenn spreingingina.

Enn hoyrist einki um, at brotsmaðurin ella menninir eru tiknir, men vónandi verður tað skjótt.  Politiið arbeiðir íðið. Hópur av fólki hevur verið til forhoyr, og 5000 kr. eru lovaðar til tann, ið veit eitthvørt at siga frá, sum kann leiða politiið inn á tað rætta sporið.

Hetta er fyrsta herverkið av hesum slag í Føroyum – lat okkum hopa, at hetta eisini verður tað síðsta, annars verður her heldur óhugnaligt. Kundi hetta óhugnaliga herverkið gjørt, at viss bløð gjørdust meira ansin í sínum skrivingarhátti og góvu uppat við fávitskutari øsing, so var kortini okkurt vunnið fyri land og fólk, serliga um brotsmenninir verða funnir og harliga revsaðir.