79 bjóða seg fram at stýra Havnini

79 fólk á sjey listum stilla upp til býráðsvalið í Havn

 

Fólkaflokkurin fekk á seinasta býráðsval tveir býráðslimir. Eftir telving um samgongi vann Fólkaflokkurin borgarstjórasessin, hóast flokkurin á valinum gjørdist nógv minni enn bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Annika Olsen vann fyrra sessin og Bogi Andreasen seinna sessin. Tey stilla bæði uppaftur.

Seinasti borgarstjóri hjá Fólkaflokkinum var Jan Christiansen, 2001 – 2005:

Listin hjá Fólkaflokkinum:

1 Annika Olsen, borgarstjóri, Tórshavn

2 Birgir Nielsen, vinnulívsmaður, Tórshavn

3 Bogi Andreasen, býráðslimur, Tórshavn

4  Dánial Hansen, fiskasølumaður, Hoyvík

5  Erling Mørkøre, lesandi, Tórshavn

6  Hans Martin Hansen, keypmaður, Nólsoy

7 Jan Christiansen, skúlastjóri, Hoyvík

8 Kristian M. Skála, vinnulívsmaður, Argir

9 Michel Nielsen, sjálvstøðug vinnurekandi, Tórshavn

10  Oddbjørg Højgaard, vinnulívskvinna, Tórshavn

11 Rói B. Poulsen, sølustjóri, Tórshavn

12 Rói Snorrason, søluleiðari, Hoyvík

 

Sambandsflokkurin hevur havt ein býráðslim seinastu trý skeiðini, Annfinn Brekkstein av Velbastað. Flokkurin er í andstøðu í býráðnum saman við Javnaðarflokkinum. Annfinn Brekkstein stillar uppaftur á valinum hesaferð. Seinasti borgarstjóri hjá Sambandsflokkinum var Listbeth L. Petersen, 1993-1997.

Listin hjá Sambandsflokkinum:

13 Petur Frank Jákupsson Holm

14  Jákup Sverri Kass

15  Jensia Højgaard Kjærbæk 

16 Jóhan Petur Johannesen

17 Petrina Berg á Lag

18 Annfinn Brekkstein 

19 Harriet Høgnesen

20 Ingi Mittún

21 Gitte Klein

22 Jens Knudsen

23 Tummas Rubeksen 

24 Sofus Hansen

 

Javnaðarflokkurin er størsti flokkurin í Tórshavnar býráð við fimm býráðslimum, Heðin Mortensen, Tróndi Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helenu Dam á Neystabø og Hallu Samuelsen. Bjørghild Djurhuus og Halla Samuelsen stilla ikki uppaftur, men tað gera hini trý. Flokkurin er í andstøðu, hóast hann skipaði samgongu náttina eftir valið í 2016, tá Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu samgongu við undirskrivaðari avtalu. Dagin eftir hevði Tjóðveldi bjóðað Fólkaflokkinum borgarstjórasessin, hóast Tjóðveldi hevur dupult so nógvar býráðslimir. Seinasti borgarstjóri hjá Javnaðarflokkinum var Heðin Mortensen, 2005-2017.

Listin hjá Javnaðarflokkinum:

25 Bergur Robert Dam Jensen, handilsmaður, Kollafjørður

26 Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur, Tórshavn

27 Bjarni Beder, námsfrøðingur, Tórshavn

28 Bjørg Dam, sjálvstøðug, Tórshavn

29 Heðin Mortensen, býráðslimur, Tórshavn

30 Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, Tórshavn

31 Høgni Joensen, skúlastjóri, Tórshavn

32 Høgni Midjord í Stovuni, sjálvstøðugur vinnurekandi, Tórshavn

33 Irma Justinussen, hárfríðkanarkvinna, Tórshavn

34 Kári Johansen, arbeiðsformaður, Tórshavn

35 Kristianna Winther Poulsen, lærari, Hoyvík

36 Milia Egilsnes Anda, lesandi, Tórshavn

37  Niels á Reynatúgvu, tøknifrøðingur, Signabø

38 Odd Færø, fíggjarfrøðingur, Tórshavn

39  Sára Gullfoss, heilsufrøðingur, Hoyvík

40 Súna Mørk, ergoterapeutur, Tórshavn

41 Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, Hoyvík

 

Tjóðveldi hevur fýra býráðslimir í Havn. Gunvør Balle, Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam og Turið Horn. Flokkurin er í samagongu saman við Fólkaflokkinum og Framsókn. Marin Katrina Frýdal stillar ikki uppaftur hesaferð, tað gera hini trý.

Seinasti borgarstjóri hjá Tjóðveldinum var Leivur Hansen, 1997-2001.

Listin hjá Tjóðveldi:

42 Elsa Berg, taraalari, Havn.

43 Bergdís Ester Gísladóttir, KT-mennari, Hoyvík.

44 Brandur í Dali, sjálvstøðugur vinnurekandi, Argir.

45 Jóhan Carl Dam, maskinførari, Tórshavn.

46 John Dalsgarð, samskipari í Yrkisdeplinum og sjálvstøðugur vinnurekandi, velbastaðmaður í Havn.

47  Ronnie Thomassen, deildarleiðari, Argir.

48  Katrin Jakobæus, barnafysioterapeutur, Tórshavn.

49  Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar Kommunu, Hoyvík.

50 Gunvør Balle, varaborgarstjóri og fulltrúi í Uttanríkistænastuni, Argir.

51 Jóannes Guttesen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Hoyvík.

52 Benjamin Thomassen, alari, Argir/Kollafjørður.

53 Turið Horn, býráðslimur og dagstovnaleiðari, Tórshavn.

54 Jákup Dam, býráðslimur og skúlalærari, Kollafjørður.

55 Anja Hartmann Wardum, leiðari á Kunningarstovuni Visit Nólsoy, Nólsoy.

56 Snorri Patursson, undirvísari á Mat- og Moldmentanarháskúlanum og sjálvstøðugur vinnurekandi, Tórshavn.

57 Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, Tórshavn.

 

Framsókn er nýggjasti flokkurin í Tórshavnar býráð. Flokkurin fekk fyrstu ferð sæti í býráðnum á seinasta býráðsvali í 2016, tá Bergunn Kass varð vald. Hesaferð stilla bæði tingfólkini hjá flokkinum upp eisini. Seinast var Ruth Vang eisini á listanum, samstundis sum hon hevði sæti á tingi.

Listin hjá Framsókn:

58 Bergun Kass, býráðslimur í Tórshavnar kommunu

59 Berit W. Samuelsen, tryggigarráðgevi

60 Ruth Vang, floksforkvinna

61 Sissal K. Kristiansen, sjálvstøðug vinnurekandi

62 Súsanna Køtlum, sjálvstøðug vinnurekandi

63 Súsanna Olsen, námslektari

64 Birgar Johannesen, pensjónistur

65 Bjarni K. Petersen, løgtingslimur

66 Róaldur Jákupson, fíggjarleiðari

67 Høgni Reistrup, samskiftisráðgevi

68  Karlot Hergeirson, HTÚ leiðari

69 Kristian Clementsen, maskinmeistari

70 Michael Antony Charles Johannesen

 

 

Sjálvstýri er nú aftur umboðaður millum flokkarnar, sum stilla upp í Havn. Hann var ikki við seinast, men hevur annars stillað upp til øll valini síðani 1909. Seinastu árini hevur gingið sera illa hjá flokkinum, sum ikki hevur fingið umboð valt síðani 1996.

Seinasti borgarstjórin hjá Sjálvstýrinum var Mads Andreas Jacobsen, 1933-1944.

Listin hjá Sjálvstýrinum:

71 Hallur Hjalgrímsson Djurhuus

72 Zakarias Wang

73 Jákup Hans Heinesen

74  Danny Danielsen

75 Hervør Lützen

76 Dan Klein

 

Borgaralistin er einasti nýggi listi, sum stillar upp til býráðsvalið í Havn. Tveir av teimum trimum monnunum eru virknir limir í Miðflokkinum, sum ikki hevur stillað upp til býráðsval í Havn síðani á valinum í 2012.

Listin hjá Borgaralistanum:

77 Rani Skaalum

78 Frank Jacobsen

79 Hugin Kára Mortensen