792 fólk eru arbeiðsleys


 

Av teimum 28.934 fólkunum, ið eru í arbeiðsførum aldri frá 16 til 66 ár, eru 795 arbeiðsleys ella skrásett sum tøk hjá Arbeiðsloysisskipanini. Tey, sum eru í ískoytisskipanini fyri fiskavirki eru ikki tald upp í. Heldur ikki tey, sum ikki eru í ALS, tí tey eru farin útum ta avmarkaðu tíðina, tey hava rætt at vera í ALS.

Mett verður at eini trý prosent av teimum arbeiðsføru eru arbeiðsleys. Tølini standa í Árbókini fyri Føroyar 2001. Tølini eru ikki heilt nýggj. Tey seinastu eru frá desember mánað 2000.

Suðuroyar sunnara helvt hevði størsta arbeiðsloysi á fýra prosent, meðan Suður- og Norðurstreymoy høvdu minsta arbeiðsloysi á tvey prosent. Øll hini økini høvdu trý prosent arbeiðsloysi.

Fleiri konufólk enn mannfólk eru arbeiðsleys. Av teimum 792, ið vóru arbeiðsleys í desember í fjør, vóru 507 konufólk og bara 285 mannfólk.