8,7 milliónir afturat til Smyril

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum situr í løtuni og viðger eina umbøn frá Strandferðsluni, sum vil hava 8,7 milliónir krónur afturat í ár. Strandferðslan biður løgtingið um 8,7 milliónir krónur afturat í ár. Stabilisatorarnir á Smyrli eru í so ringum standi, at neyðugt er at skifta búsningar, boltar og leiðir. Mitsubishi-verksmiðjan, sum hevur gjørt stabilisatorarnar, hevur staðfest, at stabilisatorarnir eru ikki í lagi. Tí verður mælt til at umvæla stabilisatorarnar.

Umvælingararbeiðið verður mett at vara eini 14 dagar, og hesa tíðina verður neyðugt at útvega annað skip til Suðuroyarsiglingina. Tilsamans verður hetta mett at kosta 8,7 milliónir krónur, sum Strandferðslan tí biður løgtingið um.

Løgtingið er sum kunnugt farið í summarfrí, tí er umbønin sett fram við fíggjarnevndarskjali.

Í umbønini um eykajáttan skrivar Strandferðslan, at tað ikki er ráðiligt at fara undir enn ein vetur við Smyrli, sum støðan sær út.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum situr sum nevnt í løtuni á fundi fyri at umrøða umbønina um at játta 8,7 milliónir krónur afturat til Strandferðsluna.

Hoyr meira um hetta málið í tíðindunum á Rás2 klokkan 12.