8 fólk manna sjálvsstýrislandsstýrið

Anfinn Kallsberg verður løgmaður. Umframt fær Fólkaflokkurin tveir landsstýrismenn. Tjóðveldisflokkurin fær tríggjar landsstýrismenn og Sjálvsstýrisflokkurin fær tvær

Í morgun kl 11 hevði nýggja samgongan tíðindafund á Gamla Apoteki. Har kunngjørdi komandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hvussu málsøkini verða býtt og hvussu nógvar sessir, hvør flokkur fær.


Stóra stríðið hevur staðið um stóra málsøkini, fiskivinnumál og fíggjarmál, sum bæði Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hava gjørt krav upp á.


Tjóðveldisflokkurin fær fíggjar- og búskaparmál, meðan Fólkaflokkurin fær fiskivinnumál.


Sjálvsstýrisflokkurin fær oljumál, sum verða eitt málsøki burturav, meðan Tjóðveldisflokkurin fær sjálvstýrismál, sum eisini verða eitt málsøki burturav.


Nøvn vóru ikki sett á landsstýrissessirnar. Teir tríggir flokkarnir fara á fundum í dag at gera av, hvør skal manna teir sjey sessirnar. Einasta, sum greitt er, er at Anfinn Kallsberg verður løgmaður, og tað- tykist vera greitt, at Høgni Hoydal verður landsstýrismaður í sjálvstýrismálum.


Tjóðveldisflokkurin fær formannin í tingsins uttanlandsnevnd, trivnaðarnevnd og vinnunevnd.


Fólkaflokkurin fær formannin í fíggjarnevndini og mentamálanevndini


Sjálvstýrisflokkurin fær fomannin í rættarnevndini.


Tjóðveldisflokkurin fær løgtingsformannin, meðan varaformenninir verða úr Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.


Meira verður at frætta seinni