Fyrrverandi Europe gittarleikarin, Kee Marcello, kemur við bólki sínum til Føroyar at spæla um vikuskiftið. Fríggjakvøldið vitjar hann í Borgini á Tvøroyri og leygarkvøldið spælir hann í Luux.
Gittarsnilligurin er best kendur fyri leiklutin sum gittarleikari í Europe, men hevur harumframt havt eina væleydnaða solokarrieru. Marcello hevur tó ongantíð hvett røturnar í Europe og hevur m.a endurinnspælt nøkur av størstu Europe hittunum, sum Final Countdown, Carrie, Rock the Night og Superstious.
Hann er fløguaktuellur og kemur til Føroyar við sínum svenska superbólki. Bólkurin er mannaður við m. a tónleikarum úr Legends bólkinum, ið spældi undir tá Bobby Kimball vitjaði í Føroyum her fyri, og sum eisini skulu spæla á Summarfestivalinum saman við Bobby Kimball, Joe Lynn Turner og Bill Champlin.
Hetta er stutt sagt ein framúrskarandi bólkur, ið fer á pall við tilfarinum hjá Marcello væl blandað við tilfar hjá Europe. Tí er hetta eitt fínt høvi at finna leðurjakkan og hársprayið framaftur og fyrireika seg upp á eitt ordiliga 80'ara brak, sigur Rúni Djurhuus, fyrireikari.