Næsta ár hækkar gjaldið úr Samhaldsfasta 80 krónur um mánaðin.
Tað hevur stýrið fyri grunnin nú avgjørt.
Sostatt fer hvør pensjónistur at fáa 2850 krónur í eftirløn úr Samhaldsfasta um mánaðin.
Talan er um eina hækking upp á 3%
Stýrið sigur, at gjaldið úr grunninum er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin.
Eftirlønarútgjaldið var 82% av inngjøldunum í 2011 og væntast at vera 87% av inngjøldunum í 2013.