80 ár síðani Týskland tók Danmark tann 9. apríl 1940

Fyri 80 árum síðani, tann 9. Apríl 1940, varð uttanveltaða Danmark tikið av nazistiska Týsklandi eftir boðum frá Adolf Hitler.

Hertøkan vardi í 5 ár og krígsárini vóru øðrvísi á mangan hátt. Danska mótstøðurørslan fekk vind í seglini og danskir jødar vórðu í hópatali fluttir til Svøríkis undir dramatiskum umstøðum. Ofta við báti á nátt.

##med2##

##med3##

##med4##

 

Á myndini sæst Christian kongur 10. á hestbaki, hann sást ofta á hestbaki í gøtunum í Keypmannahavn krígsárini.

Sambandið millum Føroyar og Danmark var kvett hesi árini.

Í maj 1945 varð Danmark aftur frítt, tá týskarar taptu kríggið í 1945.