80 ára gomul kona av Skála vann bilin í V - 4

?Kortanei, at eg fari at selja hann. ? Eg fái altíð onkran at koyra meg. Tað fer ikki at standa á, sigur skálakonan, sum vann ein flottan bil í V-4

Bina Olsen av Skála er 80 ára gomul.

Hon hevur ikki koyrikort og hevur aldrin havt koyrikort.

Men nú hevur hon akkurát fingið nýggjan bil.

Ein Rover 416 SI, sum kostar 180.800 krónur at keypa frá DB Bilum.

Men Bina Olsen fekk sín bil fyri bara 125 krónur.

Tí hon var tann avbera hepni vinnarin í lutakastinum í V- 4 spælinum hjá útvarpi Føroya, sum hevði sett bilin av spæla um nú í summar.

125 krónur kostaði bilurin henni, tí hon hevði ein seðil við í hvørjum av teimum seks dráttunum, sum vóru við í lutakastinum.


Heilar 52.000 seðlar

Kappingin, millum tey, sum skipa fyri eydnuspæli av ymsum slag, er munandi harnað seinastu tíðina.

Og tað sæst aftur í vinningunum, sum blíva størri og størri.

Eisini útvarpið er farið at spíla seg rættiliga út í V - 4 og er farið at burturlutað størri og størri vinningar.

Og síðst í juni mánaða byrjaði so kappingin um tann størsta vinningin, sum útvarpið nakrantíð hevur bjóða fólki at kappast um í V - 4: Ein spildurnýggjur Rover 416 SI frá DB bilum. Hendan bilin, sum annars hevði kostað180.800 krónur at keypt, gav útvarpið sostatt fólki ein møguleika at ogna sær fyri einans 25 krónur, sum er tað, ein V - 4 seðil kostar.

Allir seðlar, sum spældu við í V - 4 tær næstu seks ferðirnar, til 24. juli, vórðu við í dráttinum.

Og hetta fekk rættiliga spælihugin fram í føroyingum.

Heilir 52.000 seðlar spældu við í V - 4 tær seks ferðirnar, kappast var um bilin.

Og tá ið hvør seðil kostar 25 krónur, er skjótt at rokna seg fram til, at føroyingar spældu í V - 4 fyri 1,3 millión tær seks ferðirnar, kappast var um bilin.

So hóast útvarpið satsaði høgt, bleiv eisini nokk so fitt eftir á kistubotninum, sjálvt um virðislønin var stór.

Útvarpið hevur ikki enn avgjørt, hvat tann næsti, stóri vinningurin verður, sum útvarpið fer at egna við í V - 4.


Vitsti av ongum

Og fríggjakvøldið 24, juli kom so tann stóra løtan, tá ið dragast skuldi um bilin.

Fólk hildu ondini, meðan útvarpsmaðurin kunngjørdi, at seðilin, sum hevði vunnið bilin var snarseðil nummar tað og tað á Skála.

Og tann seðilin átti Bina Olsen á Skála.

Men tað gekk long tíð, áðrenn hon sjálv gjørdust greið yvir, hvussu heppin, hon hevði verið

?Eg vitsti ikki av nøkrum fyrrenn dagin eftir, sigur tann 80 ára gamla Bina Olsen, sum hevði seðilin við tí rætta nummarinum.

Hon sigur, at nú eru oyruni farin at bila, so hon hoyrir nokk so illa, tá ið tølini verða lisin í V - 4.

? Eg haldi, at tit lesa tølini nakað títt, til at vit gomlu fáa fylgt ordiliga við, gjørdi hon Jógvani Jespersen, útvarpsstjóra greitt, tá ið tey bæði hittust mánadagin tá ið hann gav henni lyklarnar til bilin og ynskti henni tillukku og góða eydnu við bilinum.

? Jú, tað skuldi hann hugsa um, svaraði hann aftur.

Bina Olsen sigur, at hóast hon ikki rættiliga fekk við, hvør hevði vunnið bilin, hugsaði hon ikki so nógv um tað í fyrstuni, tí tankin um, at tað netupp skuldi vera hon, sum hevði verið so heppin, var henni so óendaliga fjarur, at tað skonkti hon ikki ein tanka.

Men tíbetur fylgja fólk betri við enn so og áhugin hjá Binu fór so smátt at vekast, tá ið telefonstormur bleiv til hana at vita, um tað var hon, sum hevði vunnið, tí øll hini sóu á nummarinum á sínum seðlum, at tað var onkur seðil tætt við, sum hevði ræltta nummarið - og so var bara at ringja runt á Skála at dyrgja.

Men tá ið Bina so fann útav, at seðilin, sum hevði vunnið, hevði endanummarið 765, bleiv áhugin av álvara vaktur, tí tað hevði ein av hennara seðlum eisini.

Og mín sann, tá ið málið varð kannað meiri gjølliga, víst tað seg, at nettupp Bina hevði seðilin við tí rætta nummarinum.


Eg selji ikki

Soleiðis bleiv 80 ára gamla Bina Olsen av Skála tann hepni vinnarin av teimum flottum Rover 416 SI.

Og tað er ikki hissini bilur. Hann hevur fimm hurðar, metallakk, air-bag báðu megin, el-rútar og el-spegl og startsperru.

Innan eru hurðar og instrumentbretti klødd við ediligum valnøtu-træi, gáttirnar eru úr rustfríum stáli og so hevur han nsjálvandi servostýring og ABS-bremsur.

Hann hevur 1600 motor, sum gevur 111 hestar, so tað skuldi verið ríkiligt at klára seg við í føroyska fjallalendinum.

Og skuldi nakar verið freistaður at stolið hann, skulu tey bara vita, at hann eisini hevur tjóvaávaring.

Men tað skal vera henni væl unt at hon vann bilin, tí hon hevur verið ein trúgvur V - 4 spælinum alla tíðina, heilt síðani tað byrjaði, fortaldi hon, tá ið hon mánadagin varð boðin til Havnar eftir bilinum.

Hon sigur, at hon hevur spælt við í V - 4 at kalla hvørja ferð.

? Tað er bara onkur hendinga ferð, sum er gloppin burtur ímillum, sigur hon.

Men bara við einum seðili hvørja ferð, leggur hon afturat. Hon hevði eisini ein seðil við, hvørja ferð, spælt var um hendan bilin.

Sostatt kostaði bilurin henni 125 krónur.

Og hóast hon onki koyrikort hevur - og heldur ongantíð í lívinum hevur havt koyrikort - er hon avbera fegin um at hon hevur vunnið bilin.

Hví selja tygum ikki bara bilin og brúka pengarnar til okkurt annað? spurdu vit hana.

? Nei, tað geri eg ikki. ? Ein skal ongantíð lata nakað, ein hevur vunnið, tí so vinnur man ongantíð aftur, tað søgdu tey gomlu, sigur Bina Olsen. Jú Bina ætlar sær at hava bilin.

Tí hóast hon ikki hevur koyrikort sjálv, hevur hon skyldfólk við koyrikorti.

Og hon sigur, at tað fer ikki at standa á at fáa onkran at koyra, tá ið hon vil sleppa ein túr við sínum spildurnýggja Rover 416 SI.